Bókaummæli av Ævisøgu Sanna Dahl

Sanna Dahl2 1 scaled e1747224115802

Sanna Dahl 1Bókin er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri søgu úr Føroyum, menningini av læknafrøðini og leiklutinum hjá kvinnum í samfelagnum gjøgnum 20. øld. Gjøgnum samrøður við m.a. børnini hjá Sannu og aðrar nærar avvarðandi, umframt gjøgnum hennara drúgvu brævaskipan og granskingararbeiði, fær lesarin eina livandi og fjølbroytta mynd av einari kvinnu, sum gekk undan.

Sanna Dahl var ein av fyrstu kvinnuligu læknunum í Føroyum. Lívið og starvsleið hennara er ein søga um dirvi og fakligheit í eini tíð merkt av kríggi, ferðing, samfelagsbroytum og stríðnum fyri útbúgving – serliga hjá kvinnum.

Bókin fylgir henni frá barnaárunum, har skúlagongdin ikki var grundað á aldur, men førleikar. Hon fór til Havnar sum 13 ára gomul at lesa víðari og síðani til Danmarkar …

Bókaummæli hjá Bókin sum ikki vildi verða lisin

Skaermbillede 2025 03 17 kl. 14.45.55

Hetta er ein øðrvísi barnabók. Við fyrsta eygnakast sær hon eitt sindur gomul út, men okkurt fangar áhugan. Bókin hevur eina gátuføra kenslu, og sjálvt bókstavirnir spæla við – til dømis er ‘n’ vent skeivt í tekstinum, sum undirstrikar tann spælandi stílin.

Bókin heldur fast í sínum visuellu stíli, hóast hon er útgivin á ymiskum málum. Stílurin er tann sami, um tað er føroyskt, dankst ella svenkst – einans litirnir kunnu broytast.

Tekningarnar eru litríkar og fullar av smálutum. Søgan hongur ikki heilt saman uppá tann vanliga mátan, men júst tað ger hana løgna og spennandi. Lesarin verður eggjaður til at brúka hugflogið og gera søguna til sína egnu. Bókin er ein ferð gjøgnum óvæntar hendingar – tú koyrir, tú …

Bókaummæli hjá Fyrstu hundrað orðini

fyrstu 1

Ein livandi og lærurík myndabók

Fyrstu hundrað orðini er ein innbundin myndabók við litføgrum og neyvmiklum tekningum. Hon fevnir um eitt breitt úrval av orðum og er sera væl egnað til mállæru – bæði hjá heilt smáum børnum frá umleið eitt ára aldri og hjá tvímæltum børnum, har føroyskt er annað málið. Bókin hóskar eisini væl til føroysk børn, sum skulu læra síni fyrstu orð.

Bókin lýsir ítøkilig ting og støður, sum børn kenna aftur, so sum svimjihøllina, handilin, vesið, køkin, føðingardag, gøtan, spæliplássið, Ommu og Abba, leikur, klæðir og uppvaski.

Sjálvt um hon er týdd úr enskum, eru evnini løtt at kenna aftur tvørturum mál, tí hon byggir á almennar gerandisstøður.

Stephen Cartwright hevur myndprýtt bókina við einføldum og …