Bókin er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri søgu úr Føroyum, menningini av læknafrøðini og leiklutinum hjá kvinnum í samfelagnum gjøgnum 20. øld. Gjøgnum samrøður við m.a. børnini hjá Sannu og aðrar nærar avvarðandi, umframt gjøgnum hennara drúgvu brævaskipan og granskingararbeiði, fær lesarin eina livandi og fjølbroytta mynd av einari kvinnu, sum gekk undan.
Sanna Dahl var ein av fyrstu kvinnuligu læknunum í Føroyum. Lívið og starvsleið hennara er ein søga um dirvi og fakligheit í eini tíð merkt av kríggi, ferðing, samfelagsbroytum og stríðnum fyri útbúgving – serliga hjá kvinnum.
Bókin fylgir henni frá barnaárunum, har skúlagongdin ikki var grundað á aldur, men førleikar. Hon fór til Havnar sum 13 ára gomul at lesa víðari og síðani til Danmarkar sum 16 ára gomul. Hetta kravdi dirvi og viljastyrki – serliga hjá einari ungari kvinnu – og Sanna vísti ein sterkan vilja at læra, uppliva og geva sítt íkast.
Hon las og arbeiddi í fleiri londum, eisini undir krígnum, og heimurin, hon møtti, setti síni spor í hennara lív og yrkisleið. Gjøgnum tíðindasendingar í útvarpinum, hennara forvitni og mongu brøv til familju og vinir, fær lesarin innlit í bæði tað persónliga og politiska landslagið, sum hon virkaði í. Hennara vísindaliga tilgongd sæst eisini aftur í bókum og ritum, hon sjálv skrivaði í samband við sítt arbeiði.
Bókin lýsir eisini leiklutin hjá henni sum mamma, kona, vinkona og starvsfelagi. Tá ið hon flutti aftur til Føroya fyri at savnast við manni sínum og syni, helt hon fram at arbeiða á Landssjúkrahúsinum og var ein virkin partur av menningini av føroyska heilsuverkinum – bæði fakliga og menniskjaliga.
Við einum serligum hita og menniskjaligari dýpd lýsir bókin eina virðiliga lívssøgu – og vísir, hvussu Sanna megnaði at sameina yrkisleið og familjulív við umsorgan og trúfesti.
Hetta verkið samlar ein stóran vitan, minnissøgum og skjølum í eini væl skipaðari frásøgn. Ein bók, sum gevur innlit í eina týdningarmikla tíð í føroyskum og norðurlendskum søguhøpi.
Rithøvundar: Martin Næs og Flóvin Þór Nygaard Næs
Heiti: Sanna Dahl
Mál: Føroyskt
Forlag: Sprotin
Innihald: Ævisøga
Myndir: Bókin er prýdd við ymiskum myndum úr lívi hennara og øðrum viðkomandi tilfari, sum stuðlar søguni.
Nadja Joensen hevur bakgrund innan sølu, marknaðarføring og samskifti. Hon arbeiðir sum Marknaðar- og samskiftisamskipari fyri felagsskapir og hevur serligan áhuga fyri sínum fakliga øki umframt grafiskari sniðgeving og máli. Í sínari frítíð framleiðir hon talgild bløð.