Ein livandi og lærurík myndabók
Fyrstu hundrað orðini er ein innbundin myndabók við litføgrum og neyvmiklum tekningum. Hon fevnir um eitt breitt úrval av orðum og er sera væl egnað til mállæru – bæði hjá heilt smáum børnum frá umleið eitt ára aldri og hjá tvímæltum børnum, har føroyskt er annað málið. Bókin hóskar eisini væl til føroysk børn, sum skulu læra síni fyrstu orð.
Bókin lýsir ítøkilig ting og støður, sum børn kenna aftur, so sum svimjihøllina, handilin, vesið, køkin, føðingardag, gøtan, spæliplássið, Ommu og Abba, leikur, klæðir og uppvaski.
Sjálvt um hon er týdd úr enskum, eru evnini løtt at kenna aftur tvørturum mál, tí hon byggir á almennar gerandisstøður.
Stephen Cartwright hevur myndprýtt bókina við einføldum og greiðum tekningum, sum gera tað lætt hjá børnum at síggja og skilja, hvat myndirnar umboða.
Og sum ein eyka ískotið, sum barnið hjá mær elskaði, er ein lítil dunna at finna á hvørjari síðu í bókini.
Bókadata
Høvundar: Heather Amery og Stephen Cartwright
Tittul: Fyrstu hundrað orðini
Mál: Føroyskt (týtt úr enskum)
Forlag: Føroya Lærarafelags bókadeild
Myndprýðari: Stephen Cartwright
Nadja Joensen hevur bakgrund innan sølu, marknaðarføring og samskifti. Hon arbeiðir sum Marknaðar- og samskiftisamskipari fyri felagsskapir og hevur serligan áhuga fyri sínum fakliga øki umframt grafiskari sniðgeving og máli. Í sínari frítíð framleiðir hon talgild bløð.