Bókaummæli hjá Millum heimsins bestu – Føroyar og olympisku leikirnir

Henda bókin gevur innlit í olympisku leikirnar úr einum føroyskum sjónarhorni. Hon sigur frá ítróttafólkum, ið hava roynt at kvalifisera seg til OL í 2024, umframt føroyskar luttakarar og dómarar í olympiskum høpi gjøgnum tíðirnar.

Við einføldum og greiðum máli, stuttum tekstum og einum sterkt visuelt úttrykki gevur bókin eina spennandi fatan av hvat tað merkir at vera partur av heimsins størstu ítróttakapping – serliga tá ein kemur úr einum lítlum landi sum Føroyum. Uppbyggingin og søgan hjá OL, eins og reglurnar, ið forða Føroyum í at luttaka sum sjálvstøðug tjóð, verða greiðiliga lýstar.

Bókin tekur fram einstakar søguligar hendingar og gevur innlit í føroyska ítróttasøguna við portrættum av ítróttafólki gjøgnum árini. Ein av áhugaverdu søgunum snýr seg um hvussu ein føroyskur svimjihylur fekk navn eftir einum dugnaligum svimjara. Harumframt verður føroyska luttøkan í paralympisku leikunum lýst, eins og leiklutin hjá føroyskum útvarpi í OL-frásagnum gjøgnum árini.

Myndir

Bókin hevur ríkt myndatilfar frá fleiri myndafólkum og keldum, harímillum Heidi Andreasen, Katrin Olsen, Alsmy, Hávard Vatnhamar, Jógvan Arge, Rógvi Langgard, Flensburg Handewitt, Harald Bjørgvin, Ítróttarsamband Føroya, Pál Joensen, Johan á Plógv Hansen, Parasport Føroya, Schandorff Vang og Løgmansskrivstovan.Heimsins bestu 1 scaled e1742824065968

Hvørjum hóskar bókin til?

Bókin er fyri øll, ið hava áhuga fyri ítrótti, olympisku leikinum og føroyskum ítróttafólkum á altjóða pallinum.

Rithøvundur: Páll Holm Johannesen

Tittul: Millum heimsins bestu – Føroyar og olympisku leikirnir

Mál: Føroyskt

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám

 

Nadja Joensen hevur bakgrund innan sølu, marknaðarføring og samskifti. Hon arbeiðir sum Marknaðar- og samskiftisamskipari fyri felagsskapir og hevur serligan áhuga fyri sínum fakliga øki umframt grafiskari sniðgeving og máli. Í sínari frítíð framleiðir hon talgild bløð.

Leave a Comment