Ein rørandi og ræðulig søga um seinastu kvinnuna í Føroyum, sum bleiv kalla “gandakellingin”. Bókin er skrivað á føroyskum og lýsir eitt lív í 1800-talinum, har átrúgv, harðar lívsumstøður og lívi hjá serliga kvinnun á býgd í Føroyum.
Bókin fylgir Sáru Malenu frá hon verur fødd og vísir, hvussu lívið hennara bleiv. Longu sum lítil genta varð hon sett í bás sum órólig og óstýrikig genta. Tá hon klipti hol í nýbundbar troyggjur mamman hevði stríðst við at binda, gjørdist byrjanin upp á eina ævilanga misálitstrúgv. Presturin helt, at djevulin fór at taka hana, og pápin royndi at sleppa sær av við hana, tá hon var lítil, tí hann sá einki gott í henni.
Uppvøksturin var harður. Foreldrini, sum fingu hana seint eftir fleiri deyðfødd børn, dugdu ikki at lesa og vístu ongantíð nakra stoltleika um hvussu dugnalig hon var í skúlanum. Serliga pápin helt hon var ljót og til skomm. Man fær ilt av at lesa, hvussu hon støðugt varð talað niður til – og ongantíð metta nóg góð – serliga tá hon næstan bleiv dripin av pápanum í einum plastikkposa.
Sum ung giftist hon. Maðurin flutti inn hjá foreldrunum hennara, og hjúnalagið bleiv livað undir sama taki. Sára Malena kendi seg fangaða í einum lívi uttan egnum vilja.
Eftir at foreldrini doyðu og maðurin hvarv, stóð hon einsamøll eftir. Hon ynskti sær børn, men tað bleiv ongantíð til nakað. Ein løgin hending, har hon stóð uttanfyri við trimum stokkapinnum í hondini, gjørdist vendipunktið – brádliga varð hon nevnd gandakelling. Serliga menninir tosaðu um hana, og kvinnurnar fóru at ræðast hana – serliga eftir at teirra egnu menn doyðu saman við manni hennara á einum túri.
Søgurnar blivu til: Hon dugdi at ganda, at fáa dýr at hvørva, at gera onnur ilt. Hon helt seg hava hoyrt tosa um seg, men so gjørdist tað veruleiki: Fólk trúðu veruliga upp á tað. Og kanska fór hon sjálv eisini at trúgva eitt sindur upp á tað.
Sára Malena gjørdist ein kvinna, sum ikki passaði inn. Ein kvinna, sum fólk óttaðust.
Bókin vísir, hvussu lítið skal til fyri at døma eitt menniskja – og hvussu álvarsligar avleiðingarnar kunnu vera, tá samfelagið vendir einum bakið.
Rithøvundur: Sólrun Michelsen
Heiti: Sára Malena – Seinasta gandakellingin í Føroyum
Mál: Føroyskt
Forlag: Sprotin
Nadja Joensen hevur bakgrund innan sølu, marknaðarføring og samskifti. Hon arbeiðir sum Marknaðar- og samskiftisamskipari fyri felagsskapir og hevur serligan áhuga fyri sínum fakliga øki umframt grafiskari sniðgeving og máli. Í sínari frítíð framleiðir hon talgild bløð.






