Tær góvu lív

Lingoblog har tradition for at bringe artikler på forskellige sprog: først og fremmest dansk og engelsk, men lejlighedsvist også spansk, nederlandsk, russisk og tysk. Lingoblog er stolt af også at kunne dele indlæg på et andet sprog fra rigsfællesskabet: færøsk, med boganmeldelser af Nadja Joensen. 

Ein viðkomandi bók, ið fortelur kvinnulívið og barsilardeyða var í Føroyum.
Bæði við søgum og søguligum innliti flytur bókin okkum gjøgnum tíðina – har nógv kvinnulív endaðu alt ov skjótt.

Bókin lýsur, hvussu barsil var og kundi enda – og hvussu tað ávirkaði kvinnur, børn og familjur. Vit hoyra um, hvussu óreinsligheit, smitta, bróstbruni, bløðing og vantandi heilsuhjálp førdu til deyða – og hvussu menn stóðu eftir einsamallir við pinkubørnum, sum ofta vórðu givin í annað uppalingarheim ella sett á barnaheim.

“Umleið 20% av barnabørum krevja eyka hjálp…”
– citat úr bókini.

Hóast eingin fullfíggjað skráseting er til av øllum tilburðum, fær man gjøgnum frásagnir, citatum, myndir og tekningar eitt væl samansett og kensluborið innlit í ofta gloymda partin av okkara søgu.

Tað eru eftirkomarar – børn, abbabørn og onnur – sum fortelja. Hetta ger søgurnar bæði persónligar og lívligar. Lesarin fær eisini innlit í gerandisdagin og livikorini hjá kvinnum: hvussu tær vóru klæddar, hvussu tær livdu, og hvussu tær bardust við tilveruna.

Kvinnulív hava verið ósjónlig í sægum, hóast tær bókstaviliga góvu lív – bæði í barnsburði og fyri at halda samfelagnum uppi. Henda bókin gevur teimum eina rødd, sorgini luft og minnir á, hvussu týdningarmikið tað er at varðveita hesar søgur.

Ein bók til øll, íð hava áhuga fyri føroyskum søgum, kvinnusøgu, heilsu og samfelagsligari mentan í smáum samfeløgum.

Sonja Kjølbro: Tær góvu lív. Rithøvundur: Rigmor Restorff Dam. Forlag: Sprotin

 

Nadja Joensen hevur bakgrund innan sølu, marknaðarføring og samskifti. Hon arbeiðir sum Marknaðar- og samskiftisamskipari fyri felagsskapir og hevur serligan áhuga fyri sínum fakliga øki umframt grafiskari sniðgeving og máli. Í sínari frítíð framleiðir hon talgild bløð.

Leave a Comment