Bókaummæli hjá Millum heimsins bestu – Føroyar og olympisku leikirnir

Skaermbillede 2025 03 17 kl. 15.16.49

Henda bókin gevur innlit í olympisku leikirnar úr einum føroyskum sjónarhorni. Hon sigur frá ítróttafólkum, ið hava roynt at kvalifisera seg til OL í 2024, umframt føroyskar luttakarar og dómarar í olympiskum høpi gjøgnum tíðirnar.

Við einføldum og greiðum máli, stuttum tekstum og einum sterkt visuelt úttrykki gevur bókin eina spennandi fatan av hvat tað merkir at vera partur av heimsins størstu ítróttakapping – serliga tá ein kemur úr einum lítlum landi sum Føroyum. Uppbyggingin og søgan hjá OL, eins og reglurnar, ið forða Føroyum í at luttaka sum sjálvstøðug tjóð, verða greiðiliga lýstar.

Bókin tekur fram einstakar søguligar hendingar og gevur innlit í føroyska ítróttasøguna við portrættum av ítróttafólki gjøgnum árini. Ein av áhugaverdu søgunum snýr seg um hvussu …