Bókaummæli hjá Fyrstu hundrað orðini

fyrstu 1

Ein livandi og lærurík myndabók

Fyrstu hundrað orðini er ein innbundin myndabók við litføgrum og neyvmiklum tekningum. Hon fevnir um eitt breitt úrval av orðum og er sera væl egnað til mállæru – bæði hjá heilt smáum børnum frá umleið eitt ára aldri og hjá tvímæltum børnum, har føroyskt er annað málið. Bókin hóskar eisini væl til føroysk børn, sum skulu læra síni fyrstu orð.

Bókin lýsir ítøkilig ting og støður, sum børn kenna aftur, so sum svimjihøllina, handilin, vesið, køkin, føðingardag, gøtan, spæliplássið, Ommu og Abba, leikur, klæðir og uppvaski.

Sjálvt um hon er týdd úr enskum, eru evnini løtt at kenna aftur tvørturum mál, tí hon byggir á almennar gerandisstøður.

Stephen Cartwright hevur myndprýtt bókina við einføldum og …