Bókaummæli hjá Bókin sum ikki vildi verða lisin

Hetta er ein øðrvísi barnabók. Við fyrsta eygnakast sær hon eitt sindur gomul út, men okkurt fangar áhugan. Bókin hevur eina gátuføra kenslu, og sjálvt bókstavirnir spæla við – til dømis er ‘n’ vent skeivt í tekstinum, sum undirstrikar tann spælandi stílin.

Bókin heldur fast í sínum visuellu stíli, hóast hon er útgivin á ymiskum málum. Stílurin er tann sami, um tað er føroyskt, dankst ella svenkst – einans litirnir kunnu broytast.

Tekningarnar eru litríkar og fullar av smálutum. Søgan hongur ikki heilt saman uppá tann vanliga mátan, men júst tað ger hana løgna og spennandi. Lesarin verður eggjaður til at brúka hugflogið og gera søguna til sína egnu. Bókin er ein ferð gjøgnum óvæntar hendingar – tú koyrir, tú fert at flýgva, tú kannst brúka kroppin. Tað ger hana bæði livandi og stuttliga at lesa.

bokin sum ikki vildi vera lisin 2 1 scaled e1742821855795Fyrst helt eg, at bókin var ætlað skúlabørnum, men ein skjót leiting á netinum vísti, at hon er skrivað til børn í aldrinum 0-6 ár. Teknistílurin kann tó kennast eitt sindur óhugnaligur fyri tey minstu (0-3 ár), men tað kemur sjálvandi an uppá barnið.

Hetta er ein stuttlig barnabók, sum skilur seg frá teimum klassisku barnabókunum – ein bók, sum ivaleyst kann verða tikin fram umaftur og umaftur.

bokin sum ikki vildi vera lisin 3 1 scaled e1742821956160

 

Bókadata

Rithøvundur: David Sundin

Tittul: Bókin, sum ikki vildi verða lisin

Mál: Føroyskt, týdd úr svenskum

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Tekningar: Alexis Holmquist

Hvørjum hóskar bókin til? Børn 0-6 ár

 

Nadja Joensen hevur bakgrund innan sølu, marknaðarføring og samskifti. Hon arbeiðir sum Marknaðar- og samskiftisamskipari fyri felagsskapir og hevur serligan áhuga fyri sínum fakliga øki umframt grafiskari sniðgeving og máli. Í sínari frítíð framleiðir hon talgild bløð.

Leave a Comment